Søgan

Johanna - bygd í Onglandi í 1884
Tær vakrastu og bestu ensku sluppirnar vórðu bygdar í 1880unum. Nógvar av hesum sluppunum vórðu nøkur ár seinni seldar til Føroyar. Millum hesar var sluppin Johanna TG 326.

Johanna TG 326 er bygd í Rye, Sussex í suður Onglandi í 1884, á tí kendu skipasmiðjuni, sum James Collins Hoad átti, og sum var kend fyri at byggja vøkur skip. 

Fyrsti eigarin av Johannu, ið hevði navnið Oxfordshire, meðan hon var heimahoyrandi í Onglandi, var John William Haylock úr Dulwich í Surrey. Í Oktober 1894 keypti Georg Edv. James Moody, ein stórur reiðari í Grimsby, Oxfordshire, men seldi hana aftur í Desember sama árið til Jákup Dahl, handilsmann í Vági. Hetta var fyrsta sluppin, ið Jákup Dahl átti sjálvur.

A/S J. Dahl á Gørðunum
Seinni keypti Jákup Dahl, sum hevði stovnað A/S J. Dahl á Gørðunum í Vági, fleiri sluppir og skonnartir, serliga úr Onglandi. Í tíðarskeiðinum frá umleið 1890 til 1920 taldist A/S J. Dahl millum týdningarmiklasti fyritøkur í Føroyum. Umframt, at A/S J. Dahl átti meiri enn 20 sluppir og skonnartir, hevði fyritøkan eisini nógv annað virksemi í Vági, bæði innan fiskiskap, fiskavirking og handil. Hartil hevði fyritøkan úthandlar í fleiri bygdum í landinum. 

Johanna TG 326 var ein natúrligur partur av fiskiflotanum hjá A/S J. Dahl. Men tá Seinni Heimsbardagi byrjaði, løgdu flestu av føroysku sluppunum um frá fiskiskapi til at flyta /sigla við fiski. Føroyskar fyritøkur keyptu fisk í Íslandi, sum varð ísaður umborð á sluppum og skonnartum og sigldur til Onglands, har hann varð seldur. Eisini varð nakað av fiski fiskaður undir Føroyum. Fiskur var í hesum tíðarskeiði ein mangulvøra í Onglandi.

A/S J. Dahl var stóran part av 20. øld ein av týdningarmestu fyritøkunum í Vági. Í øllum hesum tíðarskeiði var Johanna TG 326 ein partur av fyritøkuni. Johanna TG 326 var øll hesi árini fram til umleið 1972 til fiskiskap.

Varðveitan av søgu okkara
Fyrst í 1970unum vóru bert fáar sluppir eftir í Føroyum. Ein teirra var Johanna TG 326, sum var løgd í umleið 1972. Í nógv ár lá hon við keiina í Vági sum ein plága. Í 1980 hevði A/S J. Dahl ætlanir um at søkkja Johannu, eins og gjørt hevði verið við so nógvar aðrar føroyskar sluppir. Men í síðstu løtu varð gjørt av at bjarga henni.
Í 1981 varð settur á stovn ein grunnur, nevndur Johanna TG 326, sum hevði til endamáls at bjarga sluppina Johannu TG 326 og seta hana í upprunastand, soleiðis at hon kundi verða eitt minni um ta farnu slupptíðina, sum hevði so stóran týdning fyri Føroyar.

Í 1981 keypti grunnurin Johanna TG 326 sluppina Johannu frá A/S J. Dahl fyri 1 kr.

Umvæling í 8 ár
Eftir hetta varð Johanna sett upp á land og farið varð undir at seta hana í uppruna stand. Nógv fólk tóku lut í hesum arbeiði, sum tað fyrstu tíðina varð gjørt sjálvboðið - og grunnurin Johanna TG 326 fekk stuðul úr øllum landinum.

Hetta arbeiði tók 8 ár. Sigast kann tí um Johannu, at hon í dag er sum eitt nýtt skip, men í gomlum líki. Enn eru tó nógvir plankar og trænaglar í Johannu frá teirri tíðini, tá hon varð bygd á skipasmiðjuni hjá James Collins Hoad í Rye Sussex í Onglandi, fyri meiri enn 120 árum síðani. Og tað hevur eydnast at varðveita Johannu í hennara upprunaliga, vakra skapi.