Til Vestmannaoyggjar 29. juli

Tann 29. juli fer Johanna til Vestmannaoyggjar í Íslandi. Í smb. við tjóðarhátíð í Vestmannaoyggjunum fyrsta vikuskiftið í August. Siglt verður av Vági 29. juli kl. 18.00 og ætla at verða aftur á Vági 7. august. Kostnaður pr. persón: 5.500 kr. (íroknað kostnaðinum er gisting og matur).

Tjóðarhátíðin er Ólavsøkan hjá Vestmannaoyggjunum – tað eru 5000 fólk í oyggjunum, 5000 vitjandi koma. Verður hildið í einum dali, Herjólvsdalur. Búgva í telti í dalinum alt vikuskiftið – 1 km. av kaiini inn í dalin.