Røðan Óli Holm flutti fram, tá Johanna kom á Vàg 16. juni 2005

Góða johannumanning – Góðu áhoyrarar.

Lat meg fyrst ynskja Jóhannu og manningini hjartaliga væl afturkomnum av drúgvu ferð tykkara aftur í søgunnar hav. Lat meg so eisini siga, at eg eri sera fegin um og rørdur av at fáa møguleikan at bera fram fyri tykkum nøkur fá orð í sambandi við heimkomuna av Odysseusferð tykkara um Norðuratlantshøv

Sum føroyingar vita vit, at tað er og hevur altíð verið vandamikið at skula hava hjallin á sjónum, og at tað gjøgnum tíðirnar hava verið mong sorgarboðini, ið boðaðu frá monnum og skipum, ið ongantíð spurdust aftur.
Men undir seinna heimsbardaga var vandin nógv størri. Hann lúrdi allastaðni – Í erva bumbuflogførini, undir og í vatnskorpuni minurnar og í myrku havdýpunum lúrdu kavbátarnir, hesir havsins úlvar, ið miskunnarleysir og uttan orð ella boð framdu sínar ógerðir.

Hesi 5 bardagaárini hava verið tey daprastu í søgu okkara, hvat mannskaði og skipamissur viðvíkur. 24 skip fórust og 124 mans sjólótust. Eitt ómetaliga stórt tal fyri eina so lítla tjóð sum okkra. Hesi ár vóru lagnuár, har føroyingar allir vóru fyri svárum missum.

Johanna var eitt av nógvu føroysku skipunum, ið sigldu vandasjógv undir krígnum. Í 1940-41 vóru Pedan hjá Bergittu og Niklas í Garðinum skiparar. Árini frá 1942 til kríggið endaði í mai 1945 var Jakku í Líð skipari. Jakki í Líð var abbi Hans í Líðini, skipari á Johannu á hesi søguligi ferðini . Johanna og manning

Tað setir kanska ferð tykkara við Johannu nú 60 ár eftir bardagalok í greiðari perspektiv, um vit líta 65 ár aftur í tíð til tann 25. juli 1940, tá Vágssluppin Aldan við 6 monnum stevndi út av Vágsfirði á veg til Skotlands fyri ongantíð at bera boð aftur í bý, og gjørdust sostatt fyrsta skip okkra, ið fórst av krígsávum.

So hættislig gjørdust siglingin í 1941, tá ringast var statt, at frændir okkra fyri vestan gjørdu av at steðga allari sigling til Bretlands, meðan løgtingið ikki vildi seta bann móti sigling, tí torført var at yvirskoða avleiðingarnar, sum slíkt bann kundi fáa fyri land og fólk, og lat tí upp til vinnulívið sjálvt at taka avgerð, um siglast skuldi ella ikki. Og sum øllum kunnugt valdu føringar at sigla, tí teir mettu tað vera neyðugt, og var vandin mangan ræðandi, so var vinningurin eisini stórur, tá ferðirnar eydnaðust. Frá 1940-45 sigldu føroysk skip 2354 ferðir til Bretlands við tilsamans 152.000 tonsum av fiski til eitt virði uppá 198 miljónir

Ferð tykkara í kjalarvørri teirra, ið sigldu vandasjógv fyri 60-65 árum síðani, hevur havt til endamáls bæði at varpa ljós úti sum heima á leiklut føroyinga undir seinna heimsbardaga og eisini á henda sermerkta og virðiliga hátt at minnast teir føroyingar, ið lótu lív í krígsárunum.

Og móttøkan, tit hava fingið bæði í Íslandi og Skotlandi, fløvar og sigur okkum nakað um tann stóra týdning, henda sigling hevði fyri grannar og frændar okkara fyri vestan eins og fyri sunnan. Veruliga var tað soleiðis, at tá ringast stóð til og bardagin leikaði harðast á, fluttu føringar fimtingin av øllum fiski, sum etin var í Bretlandi. Hetta vóru bretar sera takksamir fyri, og gott er í dag at vita sær, at hesi avreksverk hjá sjófólki okkara liva í minni teirra enn tann dag í dag. 

Eg fari at enda at takka øllum tykkum, sum við hesi ferð yvir høv hava gjørt tað møguligt at ganga aftur á søguslóðina og heiðra teir sjómenn, ið sigldu vandasjógv-bæði teir, sum komu undan við lívinum, familjurnar, ið lótu teir fara avstað og teir, sum fórust í hesi sigling.